Samskifti við Heilsuverkið

Stovnað tann 14.10.10

Hvussu hevur títt samskiftið verið við heilsuverkið í samband við CTD - rís og rós?

Viðmerkingar: 4

Feb
06
fyrstu ferð eg tók blóðroynd var mítt tal 6.2 og fekk at vita at eg var berari men skuldi sjálvandi ikki taka karnitin ti tad var ikki neyðugt, fór so aftur (minnist ikki hví) men tá var tali 8.5 og stadivekk ikki skal eg taka karnitin... nú havi eg so aftur veri hja lækna vegna hjarta trubuleikar, tad er sum um at hjarta er við at bólta rút inni mær tá eg fai hetta "anfalli"blívi illa fyri og sera troytt aftaná hettar anfallið. læknin hevur so nu tikið hjarta kanning,men helt seg ikki síggja nakað gali,men sendi tað so allikavæl til havnar. ( eg búgvi á sandi). hann spurdi so um eg tók karnitin, eg svaradi nei og spurdi um hann helt at eg skuldi taka, hann helt ik tad var neyðugt, men eg kundi kanska royna um eg hevdi hug til tad og tad so ik gjørdi nakran skaða at royna.
so nu havi eg fingið systir mína at skaffa tad fyri meg av ti at hon far tad nakað bíligari ti hon og børnini taka , men á tabl stendur at eg skal taka 4 tabl um dagin tad er 333 mg. men havi nu lisi á facebook og her og siggji at tad stendur skriva at 2-3 um dagin skal man taka. so skal eg droppa hasar 4 um dagin og bert taka 3??
Dec
07
Eg eri sum so væl nøgd. Sjúkan bleiv staðfest fyri góðum ári síðani. Tók eina blóðroynd eftir ein mánaða í viðgerð, ið vísti at talið var væl á veg upp. Men havi síðani tað onga blóðroynd fingið tikna. Havi nú sjálv tikið stig til at fáa blóðroynd tikna, bara fyri at vita, hvat talið vísir nú. Tað verður ein av komandi døgunum, man fer.

Havi eisini fingið hjartaskanning. Men havi annars einki merkt til uppfylging, og veit heldur ikki hvat krevst av uppfylging. Veit nakar at siga tað, ella er tað ymiskt í mun til støðuna hjá sjúklinginum?
Oct
26
Mínar royndir við heilsuverkinum eru góðar, verða innkalla til kontrol javnan, har blóðroyndir o.a. verður tikið. Vit eru knýtt at barnadeildini, veit ikki um tað er munur á, tá tað eru børn og tá tað eru vaksin.
Oct
22
Rís: Alt ov long tíð, at bíða eftir svari uppá blóðprøvar.
Tá tú hevur fingið, at vita at tú ert sjúk, so er slettis ongin uppfylgjing, og tú ert slept uppá fjall.

Rós: At ein komunu lækni royna at verða obs, men tað verður ikki uppfylt úti á sjúkrahúsinum.

CTD Faldarin
CTD í Føroyum
Í Føroyum er CTD lutfalsliga nógv vanligari mett við onnur lond, millum annað oyggjasamfelagið Japan.

Mett verður, at 1 út av hvørjum 650 føroyingum hevur CTD-sjúku, og hetta samanbori við 1 útav 40.000 í Japan.
CTD Faldarin
CTD felagið
Postboks 21
215 Sandur
ctd@ctd.fo
CTD á Facebook