Heystfrí - Ætla tit tykkum út at ferðast?
Bræv · 11-10-2010 22:17
Heystfrí - Ætla tit tykkum út at ferðast?

Enn er ikki nøkur yvirskipað ætlan fyri, hvussu ein skal gera seg út, um ein CTD-sjúklingur fer at ferðast, men nú tað er heystfrí, vilja vit gera vart við nøkur hent ting, sum ein má hava í huga, um heystfrítíðin bjóðar uppá uttanlandsferðing.

Fyrst og fremst er neyðugt at tosa við egnan lækna soleiðis at greiði fæst á hvussu farast skal fram. Læknin skal t.d. undirskriva eitt heiluvágs-yvirlit, soleiðis at ein ikki fær trupulleikar av heilivágnum við chekk inn og í tollinum. Tað er neyðugt at hava carnitin við hondina, soleiðis at ein ikki kemur út fyri at tað blívur burtur undir ferðini.

Barnadeildin heldur tað vera tryggast, um foreldur umframt vegleiðing um sjúkuna eisini sjálvi hava nakrar ampullir av carnitini til innspræning við sær, sum tit kunnu taka við á sjúkrahús um barnið verður illa fyri, spýr og ikki tekur føði til sín, serliga tá tit ferðast langt burtur í heim. Hetta carnitini kann gevast beinleiðis inn í æðrarnar. Ampullir við carnitini kunnu fáast við at venda sær til barnadeildina.

CTD sjúklingar yvir 18 ár mugu venda sær til avvarandi lækna viðvíkjandi spurninginum um carnitin til iv-brúk.
Summi vælútgjørd sjúkrahús liggja inni við carnitini til iv-brúk, men minnist til tað eru eisini summi støð í heiminum, har tey als einki kenna til sjúkuna ella hava atgongd til carnitin inspræningarvætu.

« aftur
Stutt Um CTD
CTD bleiv á fyrsta sinnið funnið í Føroyum í 1995, og síðan tá eru fleiri, ið hava fingið staðfest sjúkuna.
Tað kann vera ørkymlandi at fáa at vita at ein hevur eina lívshættisliga sjúku ella er berari av hesi sjúku – bæði fyri sjúklingin sjálvan, men eisini fyri avvarandi. Hvussu ávirkar sjúkan lívið framyvir? Hvør er viðgerðin? Hvussu livur ein við sjúkuni? Tískil kann vera neyðugt at fáa ráð og vegleiðing.
CTD felagið
Postboks 21
215 Sandur
ctd@ctd.fo