Opið bræv til løgmann, um at geva Ulrike Steuerwald almenna viðurkenning og heiður
Bræv · 08-11-2010 23:44
Opið bræv til løgmann, um at geva Ulrike Steuerwald almenna viðurkenning og heiður

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður

Undirritaði heitir við hesum á tygum um, sum skjótast, at taka stig til, at týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald, fær eina almenna føroyska viðurkenning og heiður fyri sítt slóðbrótandi arbeiði innan genetiskar sjúkur í Føroyum.

Flestir føroyingar munnu vita, hvussu týðandi arbeiðið hjá Ulrike Steuerwald er fyri tey, sum stríðast við Carnitine Transporter Deficiency, stytt CTD. Tað er ikki ov nógv sagt, at týski barnalæknin hevur bjargað føroyskum mannalívum.

Millum læknar í Føroyum tykist semja vera um, at Ulrike Steuerwald hevur avrikað nakað heilt serligt í arbeiði sínum innan genetiskar sjúkur. Herfyri skrivaði Knud Jacobsen, kommunulækni á Eiði, m.a. soleiðis í brævi til undirritaða:

”Fá fólk hava havt so stóran týdning fyri heilsustøðuna sum Ulrike við sínari uppdaging av genetiskum sjúkum her í oyggjunum. Hennara eldhugur, íðni og menniskjaligheit bera í sær, at rættiliga nógv fólk standa í beinleiðis takksemisskuld til hennara”.

Semja man vera í Føroyum um, at Eiðislækni hevur grein í sínum máli.

Einstaklingar hava ivaleyst takkað Ulrike Steuerwald fyri týðandi arbeiðið við CTD, men tað er hóskandi, at almennu Føroyar viðurkenna hennara stóra týdning fyri landsins heilsustøðu og veita henni samsvarandi heiður.

Avrit av hesum brævi er sent landsstýrismanninum í heilsumálum.

Edmund Joensen
løgtings- og fólkatingsmaður

« aftur
Stutt Um CTD
CTD bleiv á fyrsta sinnið funnið í Føroyum í 1995, og síðan tá eru fleiri, ið hava fingið staðfest sjúkuna.
Tað kann vera ørkymlandi at fáa at vita at ein hevur eina lívshættisliga sjúku ella er berari av hesi sjúku – bæði fyri sjúklingin sjálvan, men eisini fyri avvarandi. Hvussu ávirkar sjúkan lívið framyvir? Hvør er viðgerðin? Hvussu livur ein við sjúkuni? Tískil kann vera neyðugt at fáa ráð og vegleiðing.
CTD felagið
Postboks 21
215 Sandur
ctd@ctd.fo