Listi yvir hættusligan heilivág, tá ein hevur CTD
Bræv · 18-11-2010 12:18
Listi yvir hættusligan heilivág, tá ein hevur CTD

Enn einferð ein ávaring ímóti vanliga brúktum heilivági sum m.a. Pondocillin og Selexid. Tað kann skjótt henda enn ein syrgilig vanlukka, um ein, ið enn ikki veit ein hevur CTD, fær viðgerð við einum av hesum evnum.

Les tískil vegleiðingina, tá tygum hava fingið heilivág, so tygum kunnu vera vís í, at hesi evni ikki eru at finna í heilivágnum.

Viðheftir pdf fílar:
CTD_hattuslig_heilivagur.jpg

« aftur
Stutt Um CTD
CTD bleiv á fyrsta sinnið funnið í Føroyum í 1995, og síðan tá eru fleiri, ið hava fingið staðfest sjúkuna.
Tað kann vera ørkymlandi at fáa at vita at ein hevur eina lívshættisliga sjúku ella er berari av hesi sjúku – bæði fyri sjúklingin sjálvan, men eisini fyri avvarandi. Hvussu ávirkar sjúkan lívið framyvir? Hvør er viðgerðin? Hvussu livur ein við sjúkuni? Tískil kann vera neyðugt at fáa ráð og vegleiðing.
CTD felagið
Postboks 21
215 Sandur
ctd@ctd.fo