Bráðfeingis protoll, tá tú ert uttanlanda
Bræv · 19-11-2010 15:05
Bráðfeingis protoll, tá tú ert uttanlanda

Ein bráðfeingis protokoll er eitt skjal, ið leiðbeinir fólk í heilsuverkinum, hvussu tey
skulu taka sær av einum CTD sjúklingi, ið er illani fyri.

Skjalið er sera hent, um ein knappliga er í eini akuttari støðu á ókendum øki. Tí er tað
hent, at hava við, tá ein skal út at ferðast. Ein kann printa skjalið út av heimasíðuni og útfylla navnið á sjúklinginum á skjalið.

Henda protokoll verður dagførd aftur í januar 2011, á www.BIMDG.org.uk/protocols

Viðheftir pdf fílar:
CTD_bradfeingis_protokoll.pdf

« aftur
Stutt Um CTD
CTD bleiv á fyrsta sinnið funnið í Føroyum í 1995, og síðan tá eru fleiri, ið hava fingið staðfest sjúkuna.
Tað kann vera ørkymlandi at fáa at vita at ein hevur eina lívshættisliga sjúku ella er berari av hesi sjúku – bæði fyri sjúklingin sjálvan, men eisini fyri avvarandi. Hvussu ávirkar sjúkan lívið framyvir? Hvør er viðgerðin? Hvussu livur ein við sjúkuni? Tískil kann vera neyðugt at fáa ráð og vegleiðing.
CTD felagið
Postboks 21
215 Sandur
ctd@ctd.fo