Aðalfundur hjá CTD Felagnum
Bræv · 15-02-2011 13:41
Aðalfundur hjá CTD Felagnum

Aðalfundurin verður 26. februar í samkomuhøllini á Føroya Studenta og HF-skeiðið í Hoydølum. Skráin verður sambart lógum felagsins. Vit byrja kl. 17.30 og kl. 17.40 kemur Jan Rasmussen, lækni, at greiða frá sínum granskingararbeiði innan CTD. 

Uppskot til viðgerar skulu vera okkum í hendi seinast 8 dagar áðrenn fundin. Hetta kann gerast við at senda ein teldupost til ctd@ctd.fo ella við at trýsta á bjálkan 'Samskifti' ovast á heimasíðuni, har tú kanst senda eini boð.

Lógir felagsins kunnu lesast her:


Viðheftir pdf fílar:
ctd_logir.pdf

« aftur
Stutt Um CTD
CTD bleiv á fyrsta sinnið funnið í Føroyum í 1995, og síðan tá eru fleiri, ið hava fingið staðfest sjúkuna.
Tað kann vera ørkymlandi at fáa at vita at ein hevur eina lívshættisliga sjúku ella er berari av hesi sjúku – bæði fyri sjúklingin sjálvan, men eisini fyri avvarandi. Hvussu ávirkar sjúkan lívið framyvir? Hvør er viðgerðin? Hvussu livur ein við sjúkuni? Tískil kann vera neyðugt at fáa ráð og vegleiðing.
CTD felagið
Postboks 21
215 Sandur
ctd@ctd.fo