Alment takkarbræv til Lions Club
Bræv · 05-01-2012 14:56
Alment takkarbræv til Lions Club

 

 

                                                                                           








                                                                                          22. desember 2011

 

  

Alment takkarbræv til Lions Club

 

Nevndin í felagnum vil hervið veita eina hjartans tøkk fyri peningaliga stuðulin, ið Lions Club hevur givið CTD-felagnum. Stuðulin eru tær 50.000 kr., ið komu inn, í samband við stórsteypadystin millum HB og EB-Streym, ið varð leiktur í Gundadali í vár.

 

Endamál felagsins er at upplýsa og leiðbeina um sjúkuna CTD og veita stuðul til sjúk og avvarðandi, og hetta er eisini tað, ið stuðulin í høvuðsheitum verður brúktur til.

Tíðin, eftir at ein sjálvur ella ein avvarðandi fær staðfest CTD, kann kennast ótrygg, og tað kann sýnast tungt, at koma ígjøgnum tey ivamál ein hevur fingið, og tann ótryggleika ein kennir. Hesa ótryggu tíð hevur Ulrika Steuerwald hjálpt flest øllum við síni hollu vegleiðing og stóra kunnleika til hesa serstøku evnaskiftissjúku, ið vit eru so meint rakt av. Felagið hevur verið við til at skipa fyri upplýsandi fyrilestrum og annars, eftir førimuni, vegleitt og hjálpt, tá spurningar hava stungið seg upp. Eisini hava vit víst almennu myndugleikunum á ymisk vandamál og ótryggleikar, ið kunnu standast av manglandi upplýsing og vegleiðing.

Henda stuðul og hesa vegleiðing hava vit leingi ynskt okkum at gjørt enn betur, og tað eru júst tílíkar gávur, ið Lions Club hevur veitt, ið kunnu gera tað til veruleika. Sum dømi kunnu vit nevna, at nú hava vit fingið møguleika at seta ein persón, ið hevur ábyrgd av at vegleiða og samskifta við fólk, ið hava tørv á hesum. Eisini hava vit fingið telefontíð ásetta, um onkur heldur hevur hug til eitt prát. Við hesum er vegleiðandi og stuðlandi tænastan hjá felagnum vorðin munandi betur.     

 

 Við stórum takksemi

 

Nevndin í CTD Felagnum 

 

 

« aftur
Stutt Um CTD
CTD bleiv á fyrsta sinnið funnið í Føroyum í 1995, og síðan tá eru fleiri, ið hava fingið staðfest sjúkuna.
Tað kann vera ørkymlandi at fáa at vita at ein hevur eina lívshættisliga sjúku ella er berari av hesi sjúku – bæði fyri sjúklingin sjálvan, men eisini fyri avvarandi. Hvussu ávirkar sjúkan lívið framyvir? Hvør er viðgerðin? Hvussu livur ein við sjúkuni? Tískil kann vera neyðugt at fáa ráð og vegleiðing.
CTD felagið
Postboks 21
215 Sandur
ctd@ctd.fo