Aðalfundur 25. februar
Bræv · 18-02-2012 23:31
Aðalfundur 25. februar

 

Árligi aðalfundurin hjá CTD-Felagnum verður í samkomuhøllini á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði, leygardagin tann 25. februar kl. 17.00. Aðalfundurin byrjar við tveimum framløgum, ið vara í uml. 1 tíma í alt.

 

Hans Atli Dahl, Cand. Scient, Ph.D., hevur framløgu við heitinum "Tann føroyski arvurin - frá DNA til CTD", ið hann stutt lýsir soleiðis:

“Tann geografiska isolation hevur ført við sær at føringar eru eitt sokallað genetiskt isolat. Blandingin av einum lítlum tali av grunnleggjarum í kombinatión við isolatión í Norðuratlantshavi í øldir, við einum fólkatali undir 5000 fólk, hevur ført við sær at føroyska populatiónin er genetiskt sæð homogen. Hetta kann hava fyrimunir men eisini vansar. ì granskingarhøpi er hetta ein sera góður eginleiki - antin sæst sjúkan/eginleikin við høgum títtleika og oftani við lítlari genetiskari variatión ella als ikki. Hetta bílæt sæst serstakiliga í sokallaðum monogenetiskum sjúkum so sum CTD ella Cystiskari Fibrosu osfr. har orsøkin aftanfyri er grunda í víkjandi ílegur. Fyrimunurin er, at tá tann genetiska variatiónin er kend, so gevur tað møguleikar fyri nationalum screeningsprogrammum, har informatiónin síðani kann nýtast til eftirfylgjandi fyribyrging og viðgerð.”


Í sambandi við bachelor ískoytisútbúgvingina hjá teimum fýra sjúkrarøktarfrøðingunum, Jacobu Thomsen, Katrini á Lakjuni, Lisbet Jacobsen og Súsonnu Jacobsen, skrivaðu tær ritgerð um, hvussu sjúklingar uppliva at fáa staðfest og liva við CTD-sjúkuni í Føroyum, og hvønn tørv sjúklingurin hevur á sjúkrarøkt. Framløga av uppgávuni verður fyrsta punkt á skránni á aðalfundinum.

Skráin annars verður sambært lógum felagsins.

Til ber at tekna seg sum lim áðrenn fundin.

Við vón um fjølmenta luttøku

Nevndin

 

« aftur
Stutt Um CTD
CTD bleiv á fyrsta sinnið funnið í Føroyum í 1995, og síðan tá eru fleiri, ið hava fingið staðfest sjúkuna.
Tað kann vera ørkymlandi at fáa at vita at ein hevur eina lívshættisliga sjúku ella er berari av hesi sjúku – bæði fyri sjúklingin sjálvan, men eisini fyri avvarandi. Hvussu ávirkar sjúkan lívið framyvir? Hvør er viðgerðin? Hvussu livur ein við sjúkuni? Tískil kann vera neyðugt at fáa ráð og vegleiðing.
CTD felagið
Postboks 21
215 Sandur
ctd@ctd.fo