Fyrilestur um FarGen ætlanina og aðalfundur hjá CTD-felagnum
Bræv · 13-04-2013 15:52
Fyrilestur um FarGen ætlanina og aðalfundur hjá CTD-felagnumLeygardagin 13. apríl 2013 kl.17, verður tað fyrilestur um FarGen verkætlanina í hølunum hjá Føroya Studentaskúla. Bogi Eliasen, verkætlanarleiðari á FarGen fer at halda fyrilestur um visiónina í FarGen og hvussu ætlanin er at arbeiða. Eisini verður komið inn á hvønn týdning ílegur kunnu fáa fyri gransking og heilsu í framtíðini, serliga við atliti til Føroyar og sjúkur so sum CTD.Eftir fyrilesturin verður ein stuttur kaffisteðgur har møguleiki verður at tekna seg um lim í CTD felagnum.Aðalfundurin hjá CTD-felagnum byrjar kl. 18. 
« aftur
Stutt Um CTD
CTD bleiv á fyrsta sinnið funnið í Føroyum í 1995, og síðan tá eru fleiri, ið hava fingið staðfest sjúkuna.
Tað kann vera ørkymlandi at fáa at vita at ein hevur eina lívshættisliga sjúku ella er berari av hesi sjúku – bæði fyri sjúklingin sjálvan, men eisini fyri avvarandi. Hvussu ávirkar sjúkan lívið framyvir? Hvør er viðgerðin? Hvussu livur ein við sjúkuni? Tískil kann vera neyðugt at fáa ráð og vegleiðing.
CTD felagið
Postboks 21
215 Sandur
ctd@ctd.fo