Spennandi fyrilestrar um CTD verða komandi vikuskifti
Bræv · 02-05-2014 10:29
Spennandi fyrilestrar um CTD verða komandi vikuskifti

Fyrilestrahaldari er amerikumaðurin Nicola Longo MD, PhD, serfrøðingur í arvaligum stoffskiftissjúkum.
Hann arbeiðir á Universitetinum í Utah, har granskingarøkið hjá honum m.a. er óreglusemi í feitt sýru oxidatión og karnitin metabolismu.?Sí meira á hesum leinkjum: 

http://healthcare.utah.edu/fad/mddetail.php?physicianID=u0305101

Fríggjadagin 2. mai kl. 14.00 verður ein almennur fyrilestur við Nicola Longo um CTD í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, Eirargarður 7.?Pál Weihe, yvirlækni, umsetur fyrilesturin til føroyskt.

Leygardagin 3. mai kl. 14 heldur Nicola Longo fyrilestur fyri CTD sjúklingum, berarum og avvarandi á Parnassinum á Hotel Hafnia. Eisini fer Ulrika Steuerwald, barnalækni at greiða frá tí nýggjasta innan CTD og Jan Rasmussen, lækni og PhD lesandi at siga nakað um tey deyðu, sum hann hevur funnið fram til, sum høvdu CTD.?

Aftaná fyrilestrarnar verður árligi aðalfundurin hjá CTD felagnum.

 

 

Tað er CTD felagið sum stendur fyri tiltøkunum.

 

 

 

« aftur
Stutt Um CTD
CTD bleiv á fyrsta sinnið funnið í Føroyum í 1995, og síðan tá eru fleiri, ið hava fingið staðfest sjúkuna.
Tað kann vera ørkymlandi at fáa at vita at ein hevur eina lívshættisliga sjúku ella er berari av hesi sjúku – bæði fyri sjúklingin sjálvan, men eisini fyri avvarandi. Hvussu ávirkar sjúkan lívið framyvir? Hvør er viðgerðin? Hvussu livur ein við sjúkuni? Tískil kann vera neyðugt at fáa ráð og vegleiðing.
CTD felagið
Postboks 21
215 Sandur
ctd@ctd.fo