CTD-felagið skoraði 16.000 krónur
Bræv · 28-06-2012 20:12 ![]()
1.600 mál, sum HB-ungdómur skoraði í fjør, gjørdust til 16.000 krónur, ið fara til at arbeiðið at greina og kunna um CTD. Nú hevur CTD-felagið fingið peningin frá Havnar Bóltfelag og Føroya Tele. “Eg føli meg als ikki sjúkan, fyri tað um eg havi CTD.” Soleiðis segði kendi fótbóltsleikarin Andrew av Fløtum, tá ið hann vegna Havnar Bóltfelag saman við Bjørg Jacobsen frá Føroya Tele handaði CTD-felagnum ein gávukekk á 16.000 krónur.
Kassameistarin í CTD-felagnum, Amy Ljósheim, tók fegin ímóti peninginum. “Vit eru ógvuliga glað fyri stuðulin, og hendan upphæddin ger stóran mun hjá okkum, tí vit sum limafelag ikki hava nógvan pening at gera tiltøk fyri. Vit fara nú at umhugsa, hvussu peningurin ger størstan mun,” sigur Amy Ljósheim. Andrew av Fløtum hevur síðstu nógvu árini verið ein av bestu leikarunum í Havnar Bóltfelag, og hann hevur skorað meira enn hundrað mál, síðan hann kom á besta liðið hjá felagnum í 1996. Til í fjør visti hann ikki av, at hann gekk við CTD, ið sum kunnugt er lívshættisligt, um tað ikki er staðfest. Hann var enntá í einum serligum vandabólki, tí hann íðkaði harðan ítrótt. “Eg føli meg als ikki sjúkan, og eg eri heldur ikki sjúkur, nú eg fái Carnitin. Tað hevur týdning fyri meg at siga, at tú kanst liva sum onnur, íðka ítrótt og hava eitt gott lív, hóast tú hevur CTD. Hjá mær hevur tað fyrst og fremst verið ein lætti, at eg fekk staðfest CTD, tí nú fái eg tann heilivág, sum eg skal hava,” sigur Andrew av Fløtum, sum hevur havt eitt gott kappingarár. CTD-felagið varð stovnað í 2009 og hevur til endamáls at stuðla og ráðgeva sjúkum og avvarðandi við teimum trupulleikum, ið kunnu standast av at hava CTD. Harumframt átekur felagið sær at upplýsa almenningin um CTD og virkar fyri einari kanningarstovu í Føroyum.
|
![]() CTD í Føroyum Í Føroyum er CTD lutfalsliga nógv vanligari mett við onnur lond, millum annað oyggjasamfelagið Japan. Mett verður, at 1 út av hvørjum 650 føroyingum hevur CTD-sjúku, og hetta samanbori við 1 útav 40.000 í Japan. ![]()
CTD á Facebook |