Stórfingin gáva til CTD felagið
Bræv · 05-02-2016 12:06
Stórfingin gáva til CTD felagið

CTD felagið hevur tann 3. februar fingið stórfingna gávu handaða frá einum áhugabólki, ið nú hevur valt at steðga við sínum virksemi. Hesin bólkur, ið taldi 4 dansiáhugaðar menn, byrjaði sítt virksemi fyri fleiri árum síðani. Talan var um Erling Jørgensen, Brynolf (Bynne) Lamhauge, Per Persson og Edmund Nysted. Bólkurin hevur skipað fyri, at fáa skúlabørn úr býnum Brest í Hvítarusslandi heim til Føroyar at framføra við dansi, sangi og spæli.

Nevndin í CTD felagnum hevur í samband við handanina verið til hugnaligt kaffiprát hjá Erlingi og Bynna í stásiligu hølunum hjá Dansifrøi, har teir greiddu frá hesum vitjanum. Tey russisku børnini vóru tríggjar ferðir í Føroyum á vitjan hesi árini, teir arbeiddu við sakini. Ferðaløgini hava talt yvir 50 børn við leiðarum, og børnini hava verið millum 7 og 17 ár. Russisku børnini hava búð privat í Føroyum, men annars ferðast runt landið og víst fram í skúlum. Hesi børn dugdu so sera væl at framføra, og vóru ferðirnar tey sluppu til Føroyar ein ágóði fyri teirra ágrýtni í skúlanum. Ein skúlaflokkur úr Føroyum var eisini eitt summar niðri í Danmark og hitti eitt ferðalag við russiskum børnum, ið var har og framførdi. Børnini úr Føroyum vístu føroyskan dans.

Teir eftirverandi í bólkinum hava ikki orku at halda áfram við virkseminum, og hava ikki funnið onnur, ið hava áhuga at føra stafettina víðari. Tískil hava teir valt at lata CTD felagnum pengarnar teir áttu á bók, og hetta eru vit teimum stórliga takksom fyri. Felagið er nýtt og hevur tískil ikki tað heilt stóru fíggjarligu orkuna, men royna at stuðla við peningi til granskingar verkætlanir innan CTD – eftir førimuni. Tískil eru vit sera takksom fyri tær peningagávur vit móttaka.

Stóra takk fyri.

CTD felagið

« aftur
CTD Faldarin
CTD í Føroyum
Í Føroyum er CTD lutfalsliga nógv vanligari mett við onnur lond, millum annað oyggjasamfelagið Japan.

Mett verður, at 1 út av hvørjum 650 føroyingum hevur CTD-sjúku, og hetta samanbori við 1 útav 40.000 í Japan.
CTD Faldarin
CTD felagið
Postboks 21
215 Sandur
ctd@ctd.fo
CTD á Facebook