Spennandi fyrilestrar um CTD verða komandi vikuskifti
Fyrilestrahaldari er amerikumaðurin Nicola Longo MD, PhD, serfrøðingur í arvaligum stoffskiftissjúkum.
Hann arbeiðir á Universitetinum í Utah, har granskingarøkið hjá honum m.a. er óreglusemi í feitt sýru oxidatión og karnitin metabolismu.
Sí meira á hesum leinkjum: http://healthcare.utah.edu/fad/mddetail.php?physicianID=u0305101
Fríggjadagin 2. mai kl. 14.00 verður ein almennur fyrilestur við Nicola Longo um CTD í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, Eirargarður 7. Pál Weihe, yvirlækni, umsetur fyrilesturin til føroyskt.
Leygardagin 3. mai kl. 14 heldur Nicola Longo fyrilestur fyri CTD sjúklingum, berarum og avvarandi á Parnassinum á Hotel Hafnia. Eisini fer Ulrika Steuerwald, barnalækni at greiða frá tí nýggjasta innan CTD og Jan Rasmussen, lækni og PhD lesandi at siga nakað um tey deyðu, sum hann hevur funnið fram til, sum høvdu CTD.
Aftaná fyrilestrarnar verður árligi aðalfundurin hjá CTD felagnum.
Tað er CTD felagið sum stendur fyri tiltøkunum.
Stuttur samandráttur frá aðalfundinum 2022.
Tað var ein væleydnaður aðalfundur sum var í hølunum hjá Hotel Tórshavn (Hvonn) 24.05.2022. Fleiri fólk vóru møtt, og hetta er hug…
Aðalfundur hjá CTD felagnum
Aðalfundur felagsins verður 24. mai á Hvonn, fundarhøli á 1. hædd. Skráin verður sambart lógum felagsins. Vit byrja kl. 18.00. …
Búsitandi uttanlanda? Hevur tú latið børn tíni kanna fyri CTD?
Í dag verða øll børn fødd í Føroyum, kannað fyri CTD við PKU royndini, og er tað at gleðast um. Tó er PKU royndin ikki nóg neyv, o…