Fanst tú ikki tað tú leitaði eftir?

Støðan innan CTD-kanningar og tilmæli um at lata seg kanna

14. oktober 2010

Ellivu mánaðir eru farnir síðani kanningar fyri CTD-sjúkuna vórðu settar í verk. Alment tilboð varð bjóðað fram, og umleið 26.000 føroyingar eru kannaðir. Hetta er helmingurin av íbúgvatalinum í Føroyum. Talan er um persónar í øllum aldri og kring alt landið. Blóðroyndir verða sendar til Screening-Labor í Hannover, Týsklandi.

Higartil eru staðfestir 119 tilburðir av CTD-sjúkuni. Av teimum búgva fleiri í Danmark, og sjey persónar eru deyðir á ungum aldri, sum høvdu sjúkuna CTD.

Kanningar í øðrum londum
Í tíðarskeiðinum er eisini vorðið gjørligt at lata seg kanna fyri CTD í Danmark, Íslandi og Noregi. Harumframt hava fleiri útisetar nýtt høvið at lata seg kanna, tá tey hava vitjað í Føroyum.

Tilmæli um at lata seg kanna
Sjúkueyðkennini eru ymisk og ikki altíð so eyðsýnd. Heilsuverkið mælir tí øllum til at lata seg kanna fyri sjúkuna.

Framhaldandi møguleiki at lata seg kanna fyri CTD-sjúku
Til ber at fáa tikið eina blóðroynd á teimum trimum sjúkrahúsunum; á Lækna- og heilsumiðstøðini í Gøtudali og á Heilsumiðstøðini í Vági. Kostnaður fyri kanningina er 100 kr.

Til ber at lata seg kanna hesar tíðir:

Landssjúkrahúsið
Mikudagar – fyribils 20. okt. – sí nærri á www.hmr.fo
Til ber at taka nummar millum kl. 16:00 til 17.30.
Royndir verða tiknar á B1 – skráseting til vinstru við inngongdina til forhøllina.

Klaksvík mán-frí kl. 08.00-10.00
Gøta hós kl. 08.15-09.30
Tvøroyri mán-frí kl. 08.00-13.00
Vágur týs og hós kl. 09.00-11.00

Praktisk viðurskifti
Tað er ikki neyðugt at fasta, áðrenn blóðroyndin til carnitin-máting verður tikin.

Tað er ikki neyðugt at fasta, áðrenn blóðroyndin til carnitin-máting verður tikin.

Gjaldast skal kontant 100 kr.- tikið verður ikki ímóti gjaldskorti.
Persónar, ið hava ávísing frá kommunulækna, kunnu framhaldandi fáa ókeypis kanning. Ávísing verður bert givin, um persónur hevur sjúkueyðkenni ella er í familju við ein, ið hevur fingið staðfest CTD-sjúkuna (talan skal verða um systkin, børn hjá systkjum, systkinabørn ella trímenningar).

PKU-kort
Sum eitt eyka átak varð um ársskiftið eisini farið undir at kanna carnitin-innihaldið í PKU-kortunum, ið liggja á Statens Serum Institut í Danmark.

Talan er um blóðroyndir av nýføðingum, ið eru føddir í Føroyum í tíðarskeiðinum januar 1990 til hálvan mars 2003. Úrslitini fyri tíðarskeiðið mars 2003 til august 2007 eru roknaði og kannaði umaftur. Persónar føddir í Føroyum eftir 2007 eru kannaðir fyri CTD við PKU-kortinum.

Miðskeiðis í september 2010 vóru umleið 9.000 PKU-kort kannaði aftur til 1990. Ætlanin er at halda fram við hesum kanningum aftur til og við 1986, og verður tað ætlandi liðugt umleið ársskiftið.

Kanningar av PKU-kortunum hjá nýføðingum verða mettar at verða umleið 85% álítandi, tí carnitin-støðið hjá einum nýføðingi kann verða ávirkað av carnitin-innihaldinum hjá mammuni.

Kelda: www.hmr.fo

CTD tíðindi
Vís fleiri tíðindi

Stuttur samandráttur frá aðalfundi­num 2022.

Tað var ein væleydnaður aðalfundur sum var í hølunum hjá Hotel Tórshavn (Hvonn) 24.05.2022. Fleiri fólk vóru møtt, og hetta er hug…

Aðalfundur hjá CTD felagnum

Aðalfundur felagsins verður 24. mai á Hvonn, fundarhøli á 1. hædd. Skráin verður sambart lógum felagsins. Vit byrja kl. 18.00. …

Búsitandi uttanlanda? Hevur tú latið børn tíni kanna fyri CTD?

Í dag verða øll børn fødd í Føroyum, kannað fyri CTD við PKU royndini, og er tað at gleðast um. Tó er PKU royndin ikki nóg neyv, o…

Vís fleiri