Fanst tú ikki tað tú leitaði eftir?

Aðalfundur hjá CTD felagnum

10. mai 2022

Aðalfundur felagsins verður 24. mai á Hvonn, fundarhøli á 1. hædd.

Skráin verður sambart lógum felagsins.

Vit byrja kl. 18.00. 

Áðrenn aðalfundurin byrjar fara Linda Á Marknagili Debes og Jan Johannesen at greiða frá sínum lívsroyndum við CTD. Linda og familjan búgva á Oyri. Í 1999 mistu tey eina dóttur, har orsøkin var CTD. Í 1999 var henda sjúkan púra ókend. Í 2009 fingu tey sítt fjórða barn, hann fekk staðfest CTD beinanvegin. Jan og familjan búgva í Miðvági. Tey eiga 4 børn og í 2010 fingu tvey av teimum staðfest CTD og hava verið í viðgerð síðani.

Uppskot til viðgerar skulu vera okkum í hendi seinast 8 dagar áðrenn fundin. Hetta kann gerast við at senda ein teldupost til ctd@ctd.fo ella við at trýsta á bjálkan 'Samskifti' ovast á heimasíðuni, har tú kanst senda eini boð.

Lógir felagsins kunnu lesast her:

(Viðheftir pdf fílar)

CTD tíðindi
Vís fleiri tíðindi

Stuttur samandráttur frá aðalfundi­num 2022.

Tað var ein væleydnaður aðalfundur sum var í hølunum hjá Hotel Tórshavn (Hvonn) 24.05.2022. Fleiri fólk vóru møtt, og hetta er hug…

Aðalfundur hjá CTD felagnum

Aðalfundur felagsins verður 24. mai á Hvonn, fundarhøli á 1. hædd. Skráin verður sambart lógum felagsins. Vit byrja kl. 18.00. …

Búsitandi uttanlanda? Hevur tú latið børn tíni kanna fyri CTD?

Í dag verða øll børn fødd í Føroyum, kannað fyri CTD við PKU royndini, og er tað at gleðast um. Tó er PKU royndin ikki nóg neyv, o…

Vís fleiri