Búsitandi uttanlanda? Hevur tú latið børn tíni kanna fyri CTD?
Í dag verða øll børn fødd í Føroyum, kannað fyri CTD við PKU royndini, og er tað at gleðast um. Tó er PKU royndin ikki nóg neyv, og tíski verða øll foreldur biðin um at lata barn sítt kannað aftur tá tað er uml. 1 mánað.
Um tú er búsitandi uttanlanda og er komin heim í jólafrí, er tað eitt gott høvi at lata barn/børn tíni kanna, um tað ikki er gjørt.
Um tú ynskir at lata teg kanna, møtir tú upp á Rannsóknarstovuni, J.C. Svabosgøta 62. Millum kl. 8-11 er opið fyri øllum. Tað kostar 100 kr.
Sí eisini okkara film, um hví ein skal lata børn síni kanna umaftur, her: Tað er týdningarmikið at kanna síni børn fyri CTD
Stuttur samandráttur frá aðalfundinum 2022.
Tað var ein væleydnaður aðalfundur sum var í hølunum hjá Hotel Tórshavn (Hvonn) 24.05.2022. Fleiri fólk vóru møtt, og hetta er hug…
Aðalfundur hjá CTD felagnum
Aðalfundur felagsins verður 24. mai á Hvonn, fundarhøli á 1. hædd. Skráin verður sambart lógum felagsins. Vit byrja kl. 18.00. …
Búsitandi uttanlanda? Hevur tú latið børn tíni kanna fyri CTD?
Í dag verða øll børn fødd í Føroyum, kannað fyri CTD við PKU royndini, og er tað at gleðast um. Tó er PKU royndin ikki nóg neyv, o…