Fanst tú ikki tað tú leitaði eftir?

CTD-felagið skoraði 16.000 krónur

28. juni 2012

1.600 mál, sum HB-ungdómur skoraði í fjør, gjørdust til 16.000 krónur, ið fara til at arbeiðið at greina og kunna um CTD. Nú hevur CTD-felagið fingið peningin frá Havnar Bóltfelag og Føroya Tele.

“Eg føli meg als ikki sjúkan, fyri tað um eg havi CTD.”

Soleiðis segði kendi fótbóltsleikarin Andrew av Fløtum, tá ið hann vegna Havnar Bóltfelag saman við Bjørg Jacobsen frá Føroya Tele handaði CTD-felagnum ein gávukekk á 16.000 krónur. 

Føroya Tele stuðlar ungdómsarbeiðnum hjá HB. Tá ið partarnir fóru undir samstarv, varð samstundis avtalað at stuðla einum góðum endamáli hvørt ár.  Fyri hvørt mál, sum ungdómslið hjá HB skora, rindar Føroya Tele 10 krónur til eitt vælgerandi endamál, sum partarnir í felag velja út. Hesaferð fall valið á CTD-felagið, og nú er gávan handað.

 

Kassameistarin í CTD-felagnum, Amy Ljósheim, tók fegin ímóti peninginum.

“Vit eru ógvuliga glað fyri stuðulin, og hendan upphæddin ger stóran mun hjá okkum, tí vit sum limafelag ikki hava nógvan pening at gera tiltøk fyri. Vit fara nú at umhugsa, hvussu peningurin ger størstan mun,” sigur Amy Ljósheim.

Andrew av Fløtum hevur síðstu nógvu árini verið ein av bestu leikarunum í Havnar Bóltfelag, og hann hevur skorað meira enn hundrað mál, síðan hann kom á besta liðið hjá felagnum í 1996. Til í fjør visti hann ikki av, at hann gekk við CTD, ið sum kunnugt er lívshættisligt, um tað ikki er staðfest. Hann var enntá í einum serligum vandabólki, tí hann íðkaði harðan ítrótt.

“Eg føli meg als ikki sjúkan, og eg eri heldur ikki sjúkur, nú eg fái Carnitin. Tað hevur týdning fyri meg at siga, at tú kanst liva sum onnur, íðka ítrótt og hava eitt gott lív, hóast tú hevur CTD. Hjá mær hevur tað fyrst og fremst verið ein lætti, at eg fekk staðfest CTD, tí nú fái eg tann heilivág, sum eg skal hava,” sigur Andrew av Fløtum, sum hevur havt eitt gott kappingarár.

CTD-felagið varð stovnað í 2009 og hevur til endamáls at stuðla og ráðgeva sjúkum og avvarðandi við teimum trupulleikum, ið kunnu standast av at hava CTD. Harumframt átekur felagið sær at upplýsa almenningin um CTD og virkar fyri einari kanningarstovu í Føroyum.

 

CTD tíðindi
Vís fleiri tíðindi

Stuttur samandráttur frá aðalfundi­num 2022.

Tað var ein væleydnaður aðalfundur sum var í hølunum hjá Hotel Tórshavn (Hvonn) 24.05.2022. Fleiri fólk vóru møtt, og hetta er hug…

Aðalfundur hjá CTD felagnum

Aðalfundur felagsins verður 24. mai á Hvonn, fundarhøli á 1. hædd. Skráin verður sambart lógum felagsins. Vit byrja kl. 18.00. …

Búsitandi uttanlanda? Hevur tú latið børn tíni kanna fyri CTD?

Í dag verða øll børn fødd í Føroyum, kannað fyri CTD við PKU royndini, og er tað at gleðast um. Tó er PKU royndin ikki nóg neyv, o…

Vís fleiri