Fyrilestur um fargen ætlanina og aðalfundur hjá CTD-felagnum
Leygardagin 13. apríl 2013 kl.17, verður tað fyrilestur um FarGen verkætlanina í hølunum hjá Føroya Studentaskúla. Bogi Eliasen, verkætlanarleiðari á FarGen fer at halda fyrilestur um visiónina í FarGen og hvussu ætlanin er at arbeiða. Eisini verður komið inn á hvønn týdning ílegur kunnu fáa fyri gransking og heilsu í framtíðini, serliga við atliti til Føroyar og sjúkur so sum CTD.Eftir fyrilesturin verður ein stuttur kaffisteðgur har møguleiki verður at tekna seg um lim í CTD felagnum.Aðalfundurin hjá CTD-felagnum byrjar kl. 18.
Stuttur samandráttur frá aðalfundinum 2022.
Tað var ein væleydnaður aðalfundur sum var í hølunum hjá Hotel Tórshavn (Hvonn) 24.05.2022. Fleiri fólk vóru møtt, og hetta er hug…
Aðalfundur hjá CTD felagnum
Aðalfundur felagsins verður 24. mai á Hvonn, fundarhøli á 1. hædd. Skráin verður sambart lógum felagsins. Vit byrja kl. 18.00. …
Búsitandi uttanlanda? Hevur tú latið børn tíni kanna fyri CTD?
Í dag verða øll børn fødd í Føroyum, kannað fyri CTD við PKU royndini, og er tað at gleðast um. Tó er PKU royndin ikki nóg neyv, o…